Diplomleiðarar fingið prógv

Hósdagin 12. juni 2008 fingu 14 leiðarar handað prógv á Skeiðsdeplinum í Marknagili.

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla. Hetta er fimta Diplomleiðarapróvtøkan á Skeiðsdeplinum. Talan er um útbúgving innan praktiska leiðslu.


Tey sum fingu prógv: Æna Reinert (Landssjúkrahúsið), Egil G. Olsen (Almannastovan), Ingolf Joensen (Fiskaaling P/f), J. Maria Pedersen (Landssjúkrahúsið), Jóan Símun Saltá (Landssjúkrahúsið), John Mortensen (Almannastovan), Jóngerð Nielsen (Landssjúkrahúsið), Jónsvein Simonsen (Dimmalætting), Katrin Toftegaard (Landssjúkrahúsið), Pauli Hofgaard (LM-Electric), Susanne Høgh Olesen, Vagn Foldbo (Heimamissiónin) og Valborg H. Jacobsen (Nærverkið). Jákup Jacobsen frá LM-Electric vantar á myndini.