Dion Splidt til B68

B68 heimasíðan skrivar:

 

Tofta Ítróttarfelag, hava í kvøld undirskrivað sáttmála fyri 2011, við 21 ára gamla argjamannin, Dion Splidt. Dion hevur annars sáttmála við AB, og tí gjørdist talan um ein leigusáttmála.

 

Dion B. Splidt Jacobsen, er sum sagt uppvaksin í AB, har hann í 2005 leikti sín fyrsta dyst á besta liðnum. Tey seinastu 3 árini hevur hann so verið fastur maður á AB liðum.

 

Dion var eisini partur av tí góða ungdóminum hjá AB, sum Saltnesmaðurin Tórálvur Stenberg sáli, tók sær av, og fleiri av teimum leikararunum eru í dag, at finna í Vodafonedeildini.

 

Sigast kann annars um Dion, at hann er ein ungur og evnaríkur leikari, við styrki í tí framrættað spælinum. Hann er hevur eitt gott vinstrabein, har hann eisini er sera vandamikil uppá fríspark og við langskoti.

Herfrá ynskja vit Dion, hjartaliga vælkoman til B68.