Hóast AB úrtøkan eisini eftir summarsteðgin hevur verið soltin, so hava argjamenn framvegis møguleika at bjarga sær rættin at halda fram í bestu deildini.
Um tað skal eydnast, so er tað avgerandi at vinna fulla úrtøku í Fuglafirði í dag og so aftur, tá ið Skála um eina viku fer at vitja á Argjum. Um hetta fer at eydnast, so kann tað væl vera, at tað fer at bera til.
-Hugburðurin ímóti B68 var framúr, og úrslitið var 5-0. Nú hava vit fyrireikað okkum væl og leingi til avbjóðingina ímóti ÍF, og um tað eydnast at vinna, so verður tað púra opið aftur, áðrenn vit fáa vitjan av Skála. Tað ræður um at finna sama hugburð sum ímóti B68. Um tað eydnast, so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at tørna út, sigur Dion Splidt, sum eftir at hava verið uttanlands nú hevur vunnið seg inn aftur á AB liðið.
Rói Danielsen er tøkur aftur eftir leikbann, og Jobin Drangastein og Sørin Samuelsen eru tøkir aftur eftir skaðasteðg.
Patrik Johannesen er einasti AB spælarin, sum hevur verið burturi í landsliðsørindum.
Eingin ÍF spælari hevur seinastu vikurnar verið upptikin av landsliðnum.
Fuglfirðingar hava ikki møguleika at røkka europeiskari luttøku, og teir eru ikki í vanda fyri at flyta niður. Men dystirnir hjá ÍF eru týdningarmiklir í kappingini um at sleppa undan niðurflyting, tí ÍF skal sunnudagin spæla ímóti AB og annan oktober ímóti Skála.
ÍF er illa plágað av skaðum. Miðverjin Poul Nolsøe Mikkelsen sleit undir venjing sunnudagin fremra krossbandið í høgra knæi:
-Eg veit ikki, nær tað er slitnað. Tá ið vit 19. juni spældu 2-2 á heimavølli ímóti TB, noyddist eg av vøllinum seks minuttir undan dystarenda. Tá hevði eg nógva pínu. Síðani havi eg vant og spælt fimm landskappingardystir á tamb, men, tá ið vit vandu sunnudagin varð heilt galið.
Hvussu tá?
-Beinið fór undan mær og knæið hovnaði. Á sjúkrahúsinum staðfesti læknin beinanvegin, at krossbandið var slitnað. Eg skal kannast aftur um tríggjar vikur, og eg havi skilt tað soleiðis, at tað nú snýr seg um skurðviðgerð og uppaftur venjing.
Heilt merkisvert var tað, at ein annar ÍF spælari, vongverjin Gunnar Christiansen, undir somu venjing sunnudagin varð so illa skaddur, at hann ikki verður við aftur í ár. Eitt lítið bein brotnaði, uttan at talan var um vandamiklan nærdyst.
Ari Ó. Ellingsgaard og Karl Løkin eru tøkir aftur eftir leikbann. Taå er ivasamt, um málverjin Elias Rasmussen verður førur fyri at spæla. Hann hevur brotið ein fingur.
Umframt Poul Nolsøe Mikkelsen og Gunnar Christiansen er eisini Leivur Joensen skaðadaarvaður. Tað er vøddaskaði, sum ger um seg.