Dion: Fáa at síggja hvussu langt tað røkkur

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Úti á Argjum ergra menn seg um, at góða spælið ikki er funnið fram fyrr

Í enska málinum verður ofta tikið til máliskuna: "Too little too late". Og spurningurin er um AB kemur at sanna hetta nú bert tvey umfør eru eftir, og teir á Argjum hava verið ov seinir at koma í gongd.

 

AB hevur 18 stig og Skála hevur 24 stig. AB hevur betri málmun, og má vinna á bæði NSÍ í Runavík og á Víkingi á Argjum. Samstundis má Skála tapa ímóti TB á útivølli og tapa ímóti HB á heimavølli um AB skal bjarga sær tilveruna, sum effodeildarlið.

 

Tvímálsskjúttin hjá AB í 3-1 sigrinum ímóti KÍ í dag, Dion Splidt dugir heldur ikki at útgreina hví teir hava verið so leingi um at finna tað góða spælið fram, men hann fegnast um avrikið hjá AB í dag, tá teir koppaðu oddaliðnum. Dion Splidt heldur ikki, at KÍ átti brotsspark, tá støðan var 1-0 til AB.

 

- Nú fáa vit at síggja hvussu langt tað røkkur, staðfestir Dion Splidt í samrøðu við Trónd Arge á Rás2. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Dion Splidt aftaná 3-1 sigurin hjá AB ímóti KÍ.