Dion: Allir góvu seg 100 prosent í dag

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Dion Splidt sær nú møguleikan hjá AB at bjarga sær í effodeildini

- Allir góvu seg 100 prosent í dag. Tað staðfestir Dion Splidt hjá AB, aftaná AB vann ein sera týdningarmiklan 5-0 sigur á B68 úti í Vika á Argjum fyrr í kvøld. Sigurin lyftir AB uppá 12 stig, og eru teir nú fimm stig frá Skála, sum liggur triðaftast við 17 stigum. 

 

Dion Splidt undirstrikar tó, at nú er týdningarmikið, at AB fyrireikar seg væl til komandi dystin ímóti ÍF, áðrenn AB spælir lagnudyst ímóti Skála umfarið aftaná. Sigurin í dag hevur so givið AB ein eyka møguleika at stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingini.

 

Sjálvur brendi Dion Splidt ein risastóran málmøguleika í dag, men tað bleiv ikki so dýrt, tá AB vann 5-0.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Dion Splidt aftaná 5-0 stórsigurin hjá AB ímóti B68 í dag.