Dinosaurarnir koma aftur

22 ár eftir fyrsta filmin og 14 ár eftir undanfarna, eru dinosaurarnir í Jurassic Park afturkomnir.

Jurassic Park hevur skift navn til Jurassic World. Ferðafólk flokkast aftur til oynna Isla Nubar at síggja dinosaurarnir, men Jurassic World lokkar við nøkrum heilt nýggjum. Við hjálp av nýggjari tøkni og genetiskari granskan hava granskarar skapt ein nýggja dinosaur. Tað vísir seg, at menniskja lærdi einki av seinastu fadesuni.

 

Chris Pratt spælir høvuðsleiklutin, Colin Trevorrow er leikstjóri, meðan Steven Spielberg er framleiðslustjóri.

 

Filmurin hevur væntandi frumframførslu í summar.