Seinasta mánadag var móttøka fyri familju og starvsfeløgum hjá býráðsskrivaranum hjá Runavíkar kommunu, Dinnu Jensen.
Dinna hevur verið í starvi hjá Runavíkar kommunu í samfull 25 ár - ella í eina fjórðings øld.
Borgarstjórin, Magnus Rasmussen, takkaði Dinnu fyri góða og trúgva tænastu, og handaði henni ein málning frá kommununi.
- Fleiri starvsfelagar nýttu eisini høvið at bera býráðsskrivaranum fram eina heilsan, veit Runavíkar kommuna at siga.