Dimman steðgar dulnevndum lesarabrøvum

Í dagsins Dimmalætting verður endaliga staðfest, at nú er liðugt við dulnevndum lesarabrøvum í blaðnum. ? Navn undir øll lesarabrøv, eru boðini frá blaðstjóranum Tá Árni Gregersen tók við sum blaðstjóri á Dimmalætting varð beinanvegin gitt, at nú var liðugt við dulnevndum lesarabrøvum. Í dag varð tað so endaliga staðfesta av blaðstjóranum sjálvum, har hann í dagsins oddagrein í Dimmalætting skrivar soleiðis:

- Opinleiki og vitan um hvønn tað er, ein kjakast við, er bert eitt rímiligt krav í dag, og er við til at hækka støðið í kjakinum. Dimmalætting vil vera við til at hækka støðið á henda hátt. Navn undir øll lesarabrøv, stendur millum í dagsins oddagrein, har tað somuleiðis verður staðfest, at tað longu eru nógv ár síðani, at hini bløðini strikaðu hesi.