Dimman komin heim aftur

Fyri fyrstu ferð síðani fyrst í desember í fjør, verður Dimmalætting í dag prentað aftur á Prentmiðstøðini.

Tað váttar Christian Nagata, stjóri á Prentmiðstøðini.

- Vit hava hildið sambandið viðlíka síðani kinkur kom í viðurskiftini, og samráðingar hava verið leypandi alla tíðina, sigur Christian Nagata.

Hann sigur, at gjøgnumbrotið liggur í, at báðir partar síggja fyrimunirnar í at samstarva.

- Dead-line hjá Dimmu hevur ligið heilt upp í eina viku, meðan blaðið varð prentað í Danmark. Nú kann Dimmalætting aftur gerast eitt blað við aktuellum tíðindum, og tað má vera ein fyrimunur hjá bæði Dimmuni og teirra viðskiftafólkum, sigur Christian Nagata.

Partarnir skiltust, tá Prentmiðstøðin og Dimmalætting gjørdust ósamd um fíggjarligu viðurskiftini. Hesi eru nú greidd.

- Vit hava gjørt eina avtalu um, hvussu fíggjarligu viðurskiftini millum partarnar skal verða frameftir, sigur Christian Nagata.

Hann fegnast annars um, at Dimma aftur er komin til Førya at verða prenta.

- Tað er altíð ein fyrimunur, at alt verður framleitt í Føroyum, tí tað skapar arbeiðspláss og kemur føroyska samfelagnum til góða, sigur Christian Nagata.