Dimmalætting verður seld áðrenn týsdagin

Líggjas í Bø, sum er stjóri í Løkir, sum eigur Dimmalætting, sigur við Rás2 í dag, at Dimmalætting verður væntandi seld áðrenn týsdagin í komandi viku. - Vit eru framvegis ikki komnir á mál, men væntandi verður sølan kunngjørd mánadagin, sigur Líggjas í Bø.

Ólavur í Beiti, sum rekur Vágaportalin, hevur áður sagt alment, at hann og Norðlýsið umhugsað at keypa Dimmalætting. Líggjas í Bø hevur ongar viðmerkingar til málið.

Ólavur í Beiti sigur við Rás2, at teir hava ikki havt fund við Løkir. Teir hava prátað umvegis telefonina, men Vágaportalurin og Norðlýsið vil fegin vita, hvat Løkir selur, og hvat skal keypast, sum Ólavur í Beiti tekur til.

- Seinast vit tosaðu var einki greitt yvirlit yvir, hvat var til sølu, og tað má verða greitt, áðrenn vit keypa, sigur hann.