Dimmalætting vælkomin aftur

Dimmalætting skal vera vælkomin aftur á Prentmiðstøðina at verða prentað.

Tað staðfestir Christian Nagata, stjóri á Prentmiðstøðini.

Ósemja førdi við sær, at Dimmalætting er farið til Danmarkar at verða prentað, men nú loftbussurin hjá Atlantsflog fekk skaða, er rættiligt ólag komið á útgávuna av Dimmalætting, tí fyribils er tað bara neyðsynjarvørur, sum verðua fluttar til Føroya loftvegis.

Tað hevur ført við sær, at Dimma kom ikki út, hvørki í gjár, ella í dag og sostatt er Dimma bara tøk á netinum.

Hinvegin kemur Dimmalætting út í morgin, men Árni Gregersen, blaðstjóri á Dimmalætting, segði við Portalin fyrr í dag, at hann ivast í um blaðið kemur út hósdagin og fríggjadagin.

Men so verður roynt at finna eina loysn frá í næstu viku at rokna, segði hann.

Blaðstjórin segði annars, at samráðingar eru við Prentmiðstøðina um at loysa trupulleikarnar ímillum partarnar, so at Dimmalætting aftur kann verða prentað í Føroyum.

Og tað er Dimmalætting vælkomin til, sigur Christian Nagata, stjóri á Prentmiðstøðini.

- Eg havi tvær ferðir vent mær til Dimmalætting við tí endamáli at fáa Dimmalætting aftur á Prentsmiðjuna, sigur hann

- Fyribils hevur hevur leiðslan á Dimmalætting ikki tikið av, men hevur boðað frá, at tey venda aftur til málið í næstu viku.

Christian Nagara sigur, at Prentmiðstøðin livir av at prenta bløð og tí vilja tey fegin hava so nógv bløð at prenta, sum gjørligt.

- Tí er tað avgjørt í okkara áhuga at fáa Dimmalætting aftur á Prentmiðstøðina, tí færri bløð, vit prenta, verri er tað fyri okkara fyritøku, leggur hann afturat.

Tað hevur verið frammi, at ósemja er ímillum Prentmiðstøðina og Dimmalætting um fíggjarligu viðurskiftini tykkara millum og tú hevur áður boðað frá, at tann ósemjan má greiðast, spurdu vit Christian Nagata?

- Tað sigur seg sjálvt, at Prentmiðstøðin kann hvørki prenta Dimmalætting, ella nakað annað blað, uttan at fáa gjald fyri tað.

- Kemur tað hartil, at vit skulu prenta Dimmalætting eisini, skulu vit tískil sjálvandi hava eina avtalu um tey fíggjarligu viðurskiftini, skoytir hann upp í.

Nú eru hørð orð fallin ímillum partarnar, men stjórin á Prentmiðstøðini sigur, at tað fær onga ávirkan á eitt framtíðar samstarv.

- Vit liva av at prenta bløð og hvat er sagt og skrivað, hevur ongan týdning, tí tað er hvør sítt, hóast vit kanska ikki eru samd um tað, sum er ført fram.