Høgni Mohr
Dimmalætting og Sosialurin leggja prentsmiðjurnar saman. Hetta varð avgjørt gjáramorgunin.
Orsøkin til, at Sosialurin hevur valt sær aðrar prentingarumstøður, er, at prentsmiðjan hjá Sosialinum snøgt sagt er vorðin ov lítil og ótíðarhóskandi í mun til tey krøv, ið lesarar og lýsarar seta. Maskinorkan í annars væl hildnu prentsmiðjuni á Argjum er ikki nóg góð, og harumframt hevur ikki borið til at prenta blaðið í litum.
Prentingarmiðstøðin
Her á blaðnum verður hildið, at heldur enn at gera stórar íløgur í eina nýggja prentsmiðju, skuldi blaðið royna at fáa samstarv í lag við verandi hátøkniligu prentsmiðju á Dimmalætting.
Úrslitið er, at ístaðin fyri tvær nýmótans prentsmiðjur í Havnini, verður verandi prentsmiðja á Dimmalætting broytt til eina sonevnda prentingarmiðstøð, ið skal prenta bæði Sosialin og Dimmalætting.
Orkan hjá nýggju prentingarmiðstøðini verður sera stór. Í mesta lagi hálvur fjórði tími verða nýttir til blaðprenting. Tískil verða útbyggingar framdar, so tað fer at bera til at prenta ymiskt lýsingartilfar, ið fleiri føroyskar fyritøkur nú noyðast at lata prenta uttanlands.
Eisini útbering
Í næstum verður partafelagið, sum skal eiga prentingarmiðstøðina, stovnað. Men felagið ætlar sær ikki einans at prenta. Eisini er ætlanin at standa fyri allari útbering av Sosialinum og Dimmalætting. Í løtuni hava bløðini sjálvi skipað fyri at bera vikuskiftisbløðini út. Endamálið hjá nýggja felagnum er, at umframt útberingina av bløðunum allar útgávudagar, skal tað eisini bjóða seg fram at bera vanligt lýsingartilfar í hvørt hús.
Byrja í juni
Hóast nýggja samstarvið, fara Dimmalætting og Sosialurin at dystast um lesarar, sum vanligt.
- Vit fara at kappast á journalistiska økinum, sigur Jonhard Hammer, marknaðarleiðari á Sosialinum.
Samstarvspartarnir eru í høvuðsheitum samdir um samstarvsháttin, men enn vantar í at gera fleiri undirsáttmálar um prentingina, sum verður gjørd í hølunum hjá Dimmalætting. Sjálvt prentingarsamstarvið fer væntandi av barkastokkum 26. juni í ár.
Sambært stjóran á Dimmalætting, Hjalgrím Samuelsen, eru fyrimunirnir hjá Dimmalætting í nýggja samstarvinum m.a., at blaðið fær rationalisera raksturin, sum hann tekur til.
- Harumframt kunnu vit við samstarvinum skapa fortreytir fyri at menna prentsmiðjuna og framleiða betur prent, sigur Hjalgrím Samuelsen við Sosialin.









