»Dimmalætting« lýgur fyri sínum lesarum

Tá ?Dimmalætting? hóast innsend í seinastu viku ikki hevur hýst hesi grein, fari eg at biðja ?Sosialin? gera mær tann beina at hýsa henni.

 

Óli Jacobsen

Tórshavn, 3.januar 2001



Tá ?Dimmalætting? hóast innsend í seinastu viku ikki hevur hýst hesi grein, fari eg at biðja ?Sosialin? gera mær tann beina at hýsa henni.

»Dimmalætting« hevur áhaldandi gjøgnum alt árið 2000 lagt FF-blaðið undir at hava stjolið tíðindini úr norska fiskivinnublaðnum »Fiskaren« uttan at FF vil gjalda nakra samsýning afturfyri.


Hava loyvi frá

»Fiskaren«

Vit hava fleiri ferðir greitt frá hesum máli. Men fyri at sleppa undan »mytum« og fyri at kunna vísa á trúvirðið í »Dimmalætting« og tess nú blaðstjóra Georg L Petersen skal málið hesa ferð skerast út í papp.

Fiskimannafelagið hevur altíð hildið seg hava góð viðurskifti við »Fiskaren«. Vit hava hildið blaðið »í ævir«. Vit hava verið tøkir tá teir hava viljað havt viðmerkingar og hava eftir umbøn útvegað teimum tað tilfar, sum teir hava ynskt, og FF hevur mett hetta sum náttúrligt millum bløð sum samstarva.

Í 1988 fingu vit loyvi frá teimum at »klippa« í blaðnum, og hava vit havt onkrar stubbar og greinir í FF-blaðnum gjøgnum øll hesi árini, og hava vit mett hetta sm ein náttúrligt samstarv millum bløð. Hvussu ?umfatandi? hesin ?stuldur? hevur verið kann síggjast á uppgerð sum blaðmaður á ?Fiskaren? sjálvur hevur gjørt fyri árini 1998 og 1999. Hesi árini er ?Fiskaren? komin út 300 ferðir. Um tað verður roknað við 25 greinum og stubbum í hvørjum ?Fiskaren? gevur hetta 7.500. Av hesum hava 19 teirra verið heilt ella partvíst endurgivnar í FF-blaðnum, sum er komið út 50 ferðir hesi somu ár. Hesar 19 endurgevingar hava verið í 11 av hesum 50 FF-bløðum. So her er talan um smáttari hjá báðum bløðum.


»Fiskaren« fráfellir krav

Í aug. 1998 fær FF-blaðið eina rokning frá ?Fiskaren? uppá nkr. 12.800 fyri tilfar sum vit hava brúkt úr blaðnum. Av hesum vóru kr. 8.000 fyri greinir og kr. 4.800 fyri myndir. Blaðstjórin á FF-blaðnum tekur málið upp við ?Fiskaren? og heldur hann hetta vera í meira lagi. Úrslitið verður, at ?Fiskaren? sleppir kravinum uppá tær kr. 8.000 fyri greinir, meðan semja var um, at FF-blaðið skuldi gjalda tær kr. 4.800 fyri myndir.

Hetta má sigast at vera ein avtala í tráð við tilsøgnina frá 1987 hvat teksti viðvíkir, og blaðstjórin á FF-blaðnum hevur hildið, at hervið var leisturin lagdur fyri samskiftið framyvir.

Fiskimannafelagið frættir einki aftur fyrr enn fyrst í 2000, tá ?Fiskaren? gjøgnum ?Dimmalætting? leggur FF-blaðið undir stuldur av tilfari. Síðan tá hevur FF-blaðið einki tilfar havt úr ?Fiskaren?. Tó við undantaki av einum stubba har ?Fiskaren? sjálvur verður lagdur undir ?stuldur? av eini mynd úr einum álmanakka, sum teir noktaðu at gjalda fyri, tí hetta hildu teir seg ikki hava nakra skyldu til! Vit hava boðað ?Fiskaren? frá, at vit fegin vilja gjalda tær kravdu kr. 375 fyri hvørja ferð vit nýta hesa grein. Tí hon vísir nevniliga dupultmoralin hjá ?Fiskaren?.

Av onkrari orsøk kom gjaldingin av teimum kr. 4.800 í drag. Men í februar 2000 kemur ein rykkjari frá ?Fiskaren? sum er teirra egna uppgerð yvir okkara restskuld hjá teimum, nevniliga umrøddu kr. 4.800. Upphæddin verður goldin beinanvegin.


Fáa tvífalda rokning fyri krav sum er slept

Nú hildu vit okkum hava slætt borð. Og vit vildu eisini hava skipaði viðurskifti framyvir. Tá so íslendski blaðmaðurin á ?Fiskaren? Magnus Thor Hafsteinsson (MTH), sum er kelda hjá ?Dimmalætting?, í summar hevði eina grein um kvotaskipanina í Íslandi, sum vit hildu hava áhuga hjá okkara lesarum biðja vit hampiliga ?Fiskaren? um loyvi til at prenta hesa grein. Vit fáa eitt sera óhampiligt aftursvar frá MTH, sum segði korta nei til hetta ynski.

Í september frætta vit aftur frá hesum sama MTH. Nú sendir hann okkum vegna blaðfólk á ?Fiskaren? eitt krav uppá nkr. 44.510 vegna tilfar sum FF-blaðið hevur nýtt úr ?Fiskaren?.

Í hesum kravi er fleiri andsagnir. Her skal bert verða nevnd ein teirra:

Í nevnda kravi eru kr. 16.140 fyri eitt tíðarskeið har ?Fiskaren? longu frammanundan hevur slept hesum kravi. Hetta krav var jú upprunaliga kr. 8.000. Men nú kemur MTH aftur umaftur við einum kravi sum er dupult so stórt sum tað slepta kravið upprunaliga var! Eingin hevði lopið á leistum fyri einum slíkum kravi.

Men FF vildi fegið hava skipað viðurskifti við ?Fiskaren?. Tí skrivaðu vit 24. november til blaðið og mæltu til at fáa viðuskiftini partanna millum í rættlag. Aftursvarið frá blaðstjóranum Nils Torsvik var eins ófólkaligt sum tað frá MTH og váttaði tað sum blaðstjórin longu hevur boðað frá gjøgnum ?Dimmalætting?, at framtíðar samstarv var útilokað!

Hetta hava vit tikið til eftirtektar. Og FF-blaðið hevur nú heldur ikki nakran trupulleika av at vera ?Fiskaren? fyri uttan.


Ber ikki til at gjalda

Men hetta merkir samstundis, at vit eru settir í ta støðu, at vit ikki kunnu gjalda ?Fiskaren? ella tess blaðfólki eitt oyra hetta kann vera fatað, sum at vit játta skuldsetingina um ?stuldur?. Vit vilja heldur ikki útseta okkum fyri, at teir á ?Fiskaren? enn einaferð fara at koma aftur umaftur við nýggjum krøvum fyri viðurskifti, sum eru avgreidd, sum jú longu er hent við umrøddu rokning. Tí kunnu vit ikki gjalda nakað uttan at verða dømdir til tað. Tá kunnu hesar eftir okkara tykki ógrundaðu skuldsetingar um stuldur standa sína roynd.

Men teir á ?Fiskaren? munnu ikki vera so vísir í síni sak. Samb. teirra hóttanum skuldu teir longu fyrst í oktober verið farnir víðari við málinum. Men hóast nærum 3 mánaðir eru farnir hava vit einki frætt enn.

Hinvegin høvdu vit við vanligari mannagongd millum sivilseraðar partar lættliga kunnað fingið hesi viðurskifti greidd. Eisini tann fíggjarliga partin, tí FF hevur víst, at vit einki hava ímóti eini avtalu, sum eisini umfatar rímiligt gjald fyri tilfar og myndir.


Váttar blaðmannastøðið hjá Georg L Petersen

Sum lesarin skilir, so er hetta í verunleikanum eitt sera lítið mál. Men hóast hetta hevur GLP ótroyttiliga dyrkað hesa sakina í eitt heilt ár, tá málið veruliga var endað, tí vit hava als ikki hava nýtt ?Fiskaren? sum keldu alla hesa tíð.

?Dimmalætting? hevur við sínum tíðindastjóra útilukkandi lýst hetta málið út frá sjónarmiðnum hjá ?Fiskaren?. Hóast vit fleiri ferðir hava greitt frá, at vit hava goldið ta upphædd sum vit hava avtalað og fingið rokning fyri, hevur GLP ferð eftir ferð fortalt sínum lesarum, at vit ikki vilja gjalda. Orsøkin hevur verið tann einfalda, at hjá GLP skuldi hetta mál nýtast til at seta iva um trúvirðið hjá FF-blaðnum og fiskimannafelagnum. Og tí hava hesir upplýsingar, sum ikki tæna hesum sjónarmiði, ongan áhuga.

GLP tykist hava fingið FF-blaðið í rangastrúpan. Orsøkin er at tíðindini í FF-blaðnum eru grundað á grundleggjandi kanningar av einum og hvørjum máli, har eingin enn hevur kunnað sett eitt spurnaðartekin. Besta prógvið fyri hesum er júst hetta málið.


?Dimmalætting?: Kanning er ódygd!

Tað er annars rættuliga avdúkandi fyri tíðindtænastu í Føroyum, at tað, sum skuldi verið ein fyritreyt fyri allan tíðindaflutning, nevniliga kanning og harvið undirbygging av tíðindum, av ?Dimmalætting? verður roknað sum ein ódygd.

Men tað ber so ikki til at skuldseta ?Dimmalætting? fyri hesa ódygd, og er umrødda mál eitt sera gott dømi um tað.

Í FF-blaðnum 7. og 21. desember kundu vit lýsa tíðindaflutningin hjá ?Dimmalætting? samb. prinsippunum hjá GLP.

Hetta verður gjørt í einum slíkum álvarsmáli sum trygd á sjónum, har partur í málinum seinni gjørdist landsstýrismaður. Prógvað verður í FF-blaðnum hvussu lætt tað er hjá ?makthavara? at ?bestilla? tíðindini, so tey passa hansara høvdi.

Henda søgan verður brúkt, tí her er talan um eitt mál, har tað lættliga ber til at eftirkanna alla hesa ?tíðindasøgu? frá byrjan til enda.


Tíðindi kunnu bíleggjast

Tað er próvfast, at ?Dimmalætting? rátt hevur endurgivið ?bíløgdu? tíðindini uttan at seta nakran spurning við tey og uttan nakra sum helst kanning. Og hevur í besta ?Pravda?-fyrr stíli nýtt nevna part í sakini, sum bæði áður og serliga aftaná hevur prógvað sítt væntandi trúvirði, sum einastu keldu. Samstundis eru alment tilgeingilig skjøl, sum veruliga vildu lýst málið, tilætlað burturtøgd. Úrslitið er eisini tíðindi sum heilt gjøgnumført eru ósonn, villeiðandi og manipulerandi og sum miðvíst hava slagsíðu annan vegin.

Her skal bert verða nevnt eitt dømi um hvussu miðvís villeiðingin hevur verið. ?Dimmalætting? hevur 17.10 frágreiðing um bótina sum viðkomandi fekk. Lesarin fekk ta fatan, at her var talan um almenn tíðindini frá politistøðini í Runavík. Kanningar hjá FF-blaðnum vístu, at hagani vóru eingi tíðindi komin! Tey vóru í veruleikanum handað ?hansara? fjølmiðlum av nevnda parti í málinum, sum hevði snøggað tey til sum hann vildi hava tey framborin. Samstundis vóru tey veruligu tíðindini frá sama myndugleika burturtøgd. Tey passaðu nevniliga ikki til bíleggingina.


Fjølmiðlafólk ?heilagar kýr?

Sum tað skilst hevur GLP rættuliga tikið við læru, tá hann var í starvsvenjing hjá Pravda í 80-unum. Her var høvuðsuppgávan hjá tíðindafólki bert at endurgeva ?bestilt? tíðindi. Tað er júst tað sama sum er gjørt í hesum førinum, og tann sum fylgir tað minsta við veit, at hetta er støðið á politiska tíðindaflutninginum hjá hinum fjølmiðlunum, sum øll ?tilvildarliga? hava lýst umrødda mál um trygd á sjónum á sama hátt.

Er tað nakað sum brúk er fyri í Føroyum er tað eitt orðaskifti um fjølmiðlarnar og tíðindaflutningin í Føroyum. Men hetta orðaskifti kemur ikki. Tí samb. fjølmiðlafólki sjálvum kann eingin fortelja teimum nakað. Tey umboða sannleikan, og so skal eingin siga nakað annað. Tað kemur fyri at borgarin klagar um tíðindaflutningin. Men tað er valla komið fyri enn, at ein blaðstjóri hevur viðgingið, at hann hevur mistikið seg.

Georg L Petersen skal í hvussu hava tøkk fyri, at hann so opinlýst váttar, hvørji prinsipp eru galdandi fyri tann tíðindaflutning, sum hann hevur ábyrgdina av. Men mótsatt hesum tíðindaflutningi veit lesarin av FF-blaðnum, at har ber so ikki til hjá nøkrum at ?bestilla? síni egnu skræddaraseymaðu tíðindini.