Tvørturímóti. Tað hevur verið arbeitt miðvíst við at finna hóskandi mátitól og mátistøð, ið kunnu geva neyvari upplýsingar um vind og veðurumstøðurnar í sambandi við flúgving.
Niðurstøðan av hesum arbeiði fyrilá í vár og verður ein skipan, ið við grundarlagi í vindmátingum, skýhæddarmátingum og turbulenshagtølum, sigur frá, hvørt flúgvast kann í samsvar við ásettar avmarkingar. Eru umstøðurnar ikki nøktandi verður ikki flogið.
Farið verður í hesum døgum undir at rigga skipanina til, við nakað av installatiónsarbeiði og nakað av telduarbeiði, sum kann væntast at vera liðugt, tá ið árið er úti. Eftir uppseting verður ein innkoyringartíð áðrenn hon verður roknað sum endalig, eins og tillagingar kunnu væntast eftirfylgjandi, tá ið eftirmett verður hvussu skipanin roynist. Tilsamans kann væntast, at hetta fer at vara umleið eitt ár.
Tað er alla æru vert, at Dimmalætting 2. sep 2010 og í leiðaranum 3. sep 2010 skrivar um flogtrygd. Flogtrygd liggur eisini Vága Floghavn á hjarta, bæði nú, tá ið floghavnin er virkisøkið hjá P/F Vága Floghavn og eisini áðrenn, tá ið floghavnin varð rikin av Statens Luftfartsvæsen.
Men flogtrygd er fyri okkum eitt álvarsmál, ið hevur betur uppiborið enn at verða nýtt sum sensatión og atfinning. Skrivingin í Dimmalætting um flogtrygd er sett upp, soleiðis at yvirskriftin á forsíðuni skapar øtta og øsing. Hetta tykist ábyrgdarleyst, tá ið hugsað verður um tann ekka, ið mong frammanundan føla fyri at fara á flog.