Dimma slept objektivitetinum

At Dimmalætting altíð hevur verið málgagn Sambandsfloksins, hevur altíð verið eyðsæð. Men eftir blaðstjóraskiftið fyri nøkrum árum síðani var kunngjørt, at Dimmalætting var eitt óheft tíðindablað

Mong hava kortini ivast í hesum objektiviteti, tí blaðið hevur altíð verið loyalt yvir fyri Sambandsflokkinum.

Nú hevur blaðið so aftur gjørt kunnugt, at tað fult og heilt stendur aftan fyri Sambandsflokkin - hetta verður gjørt kunnugt í oddagrein blaðsins mikudagin 4. mars.

Ikki tí - Dimmalætting má fegin vera málgagn Sambandsfloksins.

Men so er at siga tað, og ikki látast sum um, at hetta ikki eru veruleikin.


Vakin ávíslesari