Klokkan 14 varð fundur settur í Skiftirættinum, har starvsfólkið á Dimmu kravdi blaðið á heysin.
Umframt nøkur av starvsfólkunum á Dimmu, vóru eisini virkandi formaðurin í felagnum Føroysk Miðlafólk, Ingolf S. Olsen, umframt mboð fyri miðlar og kreditorar møtt.
Men sakførarin hjá Dimmu, Anfinn V. Hansen, kravdi, at øll óviðkomandi vórðu tveitt út, og hesum eftirlíkaði dómarin.
Skiftifundurin var tískil hildin fyri afturlætnum hurðum