Tað var annars tann bersøgni javnaðartingmaðurin, Gerhard Lognberg, sum var úti við líggjanum og segði, at starvslønir til listarfólk eiga at verða avtiknar.
Dimmalætting heldur eftir øllum at døma, at tað líkist ongum, at Jóanis Nielsen og Carl Johan Jensen kunnu nassa sær almennar milliónir fyri at hugna sær – uttan at nøkur krøv verða sett.
Spurningurin er so, um Dimmalætting og Gerhard Lognberg hava rætt, og um Løgtingið eigur at avtaka starvslønirnar, soleiðis at listarfólkini mugu út at »gera okkurt ordiligt arbeiði«, ella um kanska blaðstjórarnir á Dimmalætting og Gerhard Lognberg ikki eru nóg mentað til at skilja týdningin av at nøra um mentanina.
Vit skulu ikki á hesum stað skera ígjønum, men lata spurningin standa opnan...










