Eftir eina heldur keðiliga byrjan í Effo-deildini í 2014, valdi nevndin í AB undan summarsteðginum, at knýta serbiska verjuleikaran, Dimitrije Jankovic afturat hópinum.
Og tíðliga gjørdist greitt, at serbiski verjuleikarin var eyðsýndur styrkur hjá AB.
Í kvøld boðar AB frá, at felagið hevur longt sáttmálan við 39 ára gamla Dimitrije Jankovic fyri 2015.
Dimitrije Jankovic hevur síðani 2006 spælt í føroyskum fótbólti. Umframt AB, so hevur Dimitrije eisini umboðað VB/Sumba, B36 og TB.