Dilma nærkast forsetaembætinum

Alt bendir á, at Brasil fær eina kvinnu til forseta, tá seinna umfar av forsetavalinum verður um tíggju dagar. Tær seinastu meiningakanningarnar vísa, at Dilma Rousseff, sum er valevnið hjá stjórnarflokkinum, fer at fáa umleið 51 prosent av atkvøðunum, og at hitt valevnið, Jose Serra, fær 40 prosent.

Samanborið við eina kanning fyri einari viku síðani er munurin vaksin fimm prosentstig.

Fyrra valumfar var tann 4. oktober, men tá fekk einki valevni tey neyðugu 50 prosentini. Dilma Rousseff var tó nær við, tí hon fekk 46,9 prosent.

Rousseff, sum er fyrrverandi marxistur, fær dyggan stuðul frá verandi forsetanum, Luiz Inacio Lula da Silva, sum ikki kann stilla uppaftur.