Digtersalon í Føroyahúsinum

Í annaðkvøld verður sonevnd Digtersalon í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

Í annaðkvøld verður sonevnd Digtersalon í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

Byrjað verður klokkan 19:30 og hildið verður á til 22:30. Tað er Assununu Forum og Dialog, ið standa aftanfyri tiltakið.

 

Skráin, ið verður dagførd javnan, eru yrkjarar úr Føroyum, Irak og Danmark:  Ditte Steensballe, Marianne Larsen, Sumer Mansoor, Muniam Alfaker, Katrin Ottarsdóttir, Laura Kjærgaard og Sissal Kampmann. 

Eftir hetta er pallurin opin, so øll, ið hava yrkingar liggjandi, hava møguleika at trína á pallin.

 

Fyri tónleiki stendur duettin Zalem.

 

Birgir Thor Møller leiðir kvøldið.