Oljufeløgini hava um vikuskiftið lækkað prísin á øllum úrdráttum. Bensinið er lækkað mest, 35 oyru fyri liturin. Diesel lækkar 5 oyru fyri liturin.
Ein litur av bensini kostar í dag 13,16 krónur. Ein litur av diesel kostar 13,75 og ein litur av húsarhaldsolju kostar 12,50 krónur.
Um vit bera prísirnar saman við støðuna fyri russisku innrásina í Ukraina, so er tað nú diesel, sum er hækkað mest. Ein litur av diesel er í dag 41,2 prosent dýrari enn 24. februar. Bensin er 14 prosent dýrari, og húsarhaldsoljan er 38,9 prosent dýrari enn 24. februar.










