Fremstu fótbóltsleikararnir og fremstu høvuðvenjararnir í fótbólti forvinna nógvan pening, rættiliga nógvan pening.
Franska blaðið, L’Équipe hevur gjørt eitt yvirlit sum vísir teir 10 høvuðvenjararnar sum forvinna mest pening.
Høvuðsvenjarin hjá Atletico Madrid, Diego Simeone er tann sum forvinnur mest pening. Honum á baki koma Manchester City høvuðsvenjarin, Pep Guardiola, og høvuðsvenjarin hjá Liverpool, Jürgen Klopp.
Yvirlitið við teimum 10 best betaltu høvuðvenjarunum í heiminum sæst her umroknað til okkara pening:
- Diego Simeone (Atlético Madrid) – 253 miljónir krónur um árið.
- Pep Guardiola (Manchester City) – 167 miljónir krónur um árið
- Jürgen Klopp (Liverpool) – 132 miljónir krónur um árið
- Graham Potter (Chelsea) – 100 miljónir krónur um árið
- Massimiliano Allegri (Juventus) – 95 miljónir krónur um árið
- Thomas Tuchel (FC Bayern München) – 89 miljónir krónur um árið
- Carlo Ancelotti (Real Madrid) – 82 miljónir krónur um árið
- Simone Inzaghi (Inter) – 74 miljónir krónur um árið
- José Mourinho (AS Roma) – 68 miljónir krónur um árið
- Xabi Alonso (Leverkusen) – 37 miljónir krónur um árið