Diego Costa til Chelsea

Chelsea váttar á heimasíðu sínari at Atletico Madrid og Chelsea eru einig um prísin av Diego Costa.

Chelsea váttar á heimasíðu sínari í kvøld, at avtalað er gjørd við Atletico Madrid um keyp av spanska landsliðsáleyparanum, Diego Costa.

 

Les eisini: Atletico og Chelsea samd um Costa

 

Chelsea upplýsir á heimasíðu sínari at Chelsea fer at betala tann sokallaða buy-out klausulin hjá Diego Costa.  Tann klausurin hevur virðið á góðar 300 milliónir krónur.

 

Tað er ikki greitt, hvussu langan sáttmála Diego Costa hevur gjørt við Chelsea.

 

Diego Costa var toppskjútti á liðnum hjá Atletico Madrid, ið vann meistaheitið farna kappingarár. Diego Costa skeyt 27 mál í La Primera Division.