Eins og Lionel Messi og Cristiano Ronaldo, so hevur Diego Costa snýtt í skatti í Spania og hevur fingið eina stóra bót. Við í dóminum er eisini ein treytaður dómur á seks mánaðar fongsulsrevsing, men hesum sleppur umstríddi áleyparin undan.
Í Spania sigur reglugerðin, at tá tú verður dømdur á fyrsta sinni, og talan ikki er harðskapsmál, so skal dómurin verða yvir tvey ár, áðrenn tú skal inn at sita. Hetta hevur millum annað verið galdandi fyri Lionel Messi og Cristiano Ronaldo.
Diego Costa er dømdur fyri ikki at hava uppgivið næstan 40 milliónir krónur í 2014, tá hann skifti frá Atletico Madrid til Chelsea. Hann skal nú gjalda skatt av hesi upphæddini, umframt eina bót á 3,7 milliónir krónur. Hartil skal hann gjalda 270 túsund krónur fyri at sleppa undan at skula inn at sita.