Diddl og Pimpoli í SMS leygardagin

Um tú vil tryggja tær ein Diddl vinaposa við ymiskum Diddl lutum í, mást tú fara í Griffilin hós- og fríggjadagin at keypa atgongumerki

Ein klemmandi heimskend ostaetandi lopmús við loplabbum og ein klemmusjúk teddybjørn úr lítlari bygd í Útsynningsklemmugolia vitja í SMS 22. november. Diddl og Pimboli koma við Atlantsflog og Griffilin skipar fyri vitjanini í SMS.
Diddl er ein springmús. Kanska ein lopmús. Ella hoppimús. Í øllum førum er Diddl ein fitt lítil mús við stórum hjarta, sum altíð er í góðum lag. Tað, ein best leggur merki til, eru labbarnir. Diddl hevur springlabbar. Kanska loplabbar. Ella bara hoppilabbar. Teir kann hann brúka til at hoppa frá einum staði til annað og klemma øll, sum hava tørv á tí. Hann fær øll onnur í gott lag, elskar ævintýr og at fáa sær ein ostabita á Diddlverkstaðnum, ella at liggja í bønum og telja løgin skýggj, sum síggja út sum lomb, saman við unnustuni Diddelinu.
Pápi Diddl eitur Thomas Goletz. Hesin Tummas teknaði Diddl fyri fjúrtan árum síðan, og síðan tá hevur Diddl havt eina rúgvu av fjepparum. Diddl er so fittur og so stuttligur, at ikki bara børn, men eisini vaksin og eldri, fullkomiliga eru fallin fyri hesum sjarmutrølli.
Tað er in og sakin at samla upp á Diddl. Ein kann keypa nógv ymiskt, men aðrastaðni hava tey eisini Diddl Umbýtisdagar, har øll kunnu hittast og býta um, um tey nú eiga tvey av einum og einki av einum øðrum. Og so eru
Diddlkappingar. Og Diddlpennavinir. Og mann kann eisini senda teldupost til Diddl.
Ein av bestu vinunum hjá Diddl eitur Pimboli. Hann er ein teddybjørn. Hann varð føddur í eini lítlari bygd í Útsynningsklemmugolia. Hann er seinførur og klossutur og gloymskur og má helst klemmast allan dagin. Han er øgiliga fittur.
Nú kunnu føroysk børn hitta Diddl og Pimboli. Tann 22. november millum kl. 10.00 og 12.00 verða teir báðir í SMS. Har verður høvi at hitta teir, taka myndir saman við teimum, keypa vinarposar við diddllutum, har verða kappingar og millum kl. 12.00 og 14.00 verður eisini býtiløta, har børnini kunnu taka sínar Diddl lutir við í SMS og býta um við onnur. Atgongumerki á kr. 25,-, sum tryggja tær ein Diddl vinaposa, sum inniheldur Diddl bomm, eitt Diddl vinaband, eitt serligt prent av tí vælumtókta Diddl A5 blokkinum, umframt eitt Diddl dupultkort við eini mynd av tær saman við Diddl og Pimpoli, fáast í Grifflinum hósdagin 20. og fríggjadagin 21. november. Ikki seld atgongumerki verða so eisini seld leygardagin frá kl. 9.00. Avmarkað nøgd.
Tað eru SMS, Griffilin og Atlantic Airways, sum skipa fyri.