Dida fær kjansin aftur

Brasilski málmaðurin Dida gjørdi ein ordans brølara, tá ið AC Milan í farnu viku spældi Champions League dyst ímóti Real Madrid. Tað eydnaðist tó AC Milan at vinna, og venjarin hjá Milan hevur ikki uppgivið Dida sum málmann. - Mistakið var skelkandi, men hann megnaði at spæla seg uppaftur, og tað eru ikki nógvir málmenn, sum høvdu klárað at fóta sær so væl eftir slíkt mistak, sigur Leonardo við Football Italia.