Souleymane Diawara, sum fyri tveimum vikum síðani tacklaði Cristiano Ronaldo somikið ógvusliga, at hesin varð skaddur, biður nú um umbering. – Eg eri harmur um hetta, og eg havi hugsað um tað síðani. Tað var ongan tíð mín ætlan at skaða hann, sigur Diawara við spanska AS. Ronaldo hevur spælt fótbólt aftur síðani, men skaðin versnaði, tá hann var við í dystinum móti Ungarn, sum Portugal vann 3-0.