Diana skal stjórna Demensdeplinum á Tjarnargarði

Diana P. Strøm er sett sum leiðari á demensdeplinum, sum er fyrsti av sínum slag í Føroyum

– Leiðslan í heilsu- og umsorganartænastuni fegnast um, at leiðarin nú kann fara undir at fyrireika virksemið á nýggja demensdeplinum saman við starvsfólkunum.

Soleiðis stendur skrivað á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, nú nýggjur leiðari er settur á demensdeplinum. Talan er um Dianu P. Strøm, sum er sjúkrarøktarfrøðingur og hevur arbeitt í Heilsu- og umsorganartænastuni síðani lokna útbúgving og seinastu árini sum deildarleiðari.

– Endamálið við demensdeplinum er at veita eitt slóðbrótandi, tvørfakligt heildartilboð til borgarar við demenssjúku á øllum stigum í sjúkugongdini. Talan er um búpláss, stuttíðarpláss, virkis- og venjingartilboð eins og ráðgeving. Arbeitt verður við heilsufremjan, fyribyrgjan, endurmenning (rehabilitering) og sjúkrarøktarfakligum átøkum, sum stuðla undir eitt virkið og innihaldsríkt lív, skrivar Torshavn.fo.

Demensdepilin letur eftir ætlan upp um miðjan apríl 2021, og Diana byrjaði í starvinum 1. januar 2021.