DIAMANTBRÚDLEYP
Í dag eru liðin 60 ár síðani, at Heinina og Sigurd Gaard Hansen góvu hvør øðrum sítt ja, og í morgin skal tað hátíðarhaldast við manér.
Stór veitsla verður í bygdarhúsinum í Nólsoy, har Heinina er fødd og uppvaksin. Sigurd er havnarmaður, og tey bæði hava eisini livað og arbeitt alt sítt vaksna lív í Havn. Men eftir at tey bæði eru pensjónerað, eru tey flutt út aftur til Nólsoyar, og njóta nú sítt otinum í barnaheiminum hjá Heininu.
Sigurd Gaard Hansen hevur arbeitt eitt langt lív á Lønjavningargrunninum, og man tí vera kendur – í hvussu er av navni – av mongum sjómanni, meðan tey, sum hava havt sína dagligu gongd á Kondittarínum eisini hava upplivað blíða brosið á Heininu.
Eisini í dag eru bæði tvey frísk og ferug, og tað er ikki dagur, at lína er at rekja um hjá útróðrarbátinum Tóra, sum systirsynirnir hjá Heininu eiga og reka, at Sigurd ikki trúliga stendur í skúrinum.
Gubbi við
Sjálvur diamantbrúdleypsdagurin er sum nevnt í dag, men slíkir dagar verða sum kunnugt hildnir, tá best liggur fyri.
So í morgin savnast stórur partur av nólsoyarbygd umframt umframt vinir og kenningar aðrastaðni frá í Royndarhúsinum at halda dagin saman við diamantbrúdleypsparinum og familju teirra.
Og gubbi brúðrina verður við.
Richard Jacobsen var 20 ára gamal, tá hann stóð faddur til Heininu, og hóast hetta sjálvandi var ein stórur dagur fyri hann, legði hann foreldrum og øðrum eina við, ikki at lata leka, at hann var vorðin gubbi. Tað fekk hann at ljóða so gamlan, helt hann.
Í dag kann so sigast, at hann er gamal. Gongur sterkt til tey 99. Og nógv verður gjørt burtur úr Richard Jacobsen. Í fjør varð ein høvdamynd gjørd av honum, og í løtuni fæst en høvundur við at skriva bók um hansara endurminningar.
Við í bókina kemur uttan iva eisini dagurin, tá hann fór í diamantbrúdleyp hjá 20 ár yngru gubbadóttur síni, Heininu Gaard Hansen.