Diamantbrúðarparið

Hanna og Eirik Justinussen í Leirvík

Fríggjadagin 12. februar hava mamma og pápi verið gift í 60 ár.


Mamma er ættað av Sandi, dóttir Kolbjørnu og Jens Clementsen. Pápi er føddur og uppvaksin í Leirvík, sonur Elspu og Tummas Justinussen.


Eg vil við hesum fáu orðum ynskja tykkum báðum hjartaliga tilluku við diamantbrúdleypsdegnum. At liva saman í seksti ár er ikki bara sum at siga tað.


Mamma og pápi giftust inn til ommu og abba á Garði, meðan hús teirra stóðu í gerð. Fluttu so í nýggj hús árið eftir. Barnaheim okkara kom at verða úti á Egg ella á Áargarði í Leirvík. Okkara fitta hvíta hús, sum er mær so kært, var eisini karmur um ein stóran barnaflokk - níggju í tali.


Tit bæði, mamma og pápi, stríddust fyri at fáa okkum øll undan, og eru øll gift út í dag.

Esther giftist til Havnar, Anni gift á Sandi, Jógvan giftur í Leirvík, Erhard á Skipanesi, Kristian giftur í Namibia, Æta er gift í Syðrugøtu og so Ellintur er giftur í Strandby. Tveir av beiggjum okkara eru farnir í Harrans hendur.


Sum hjá teimum flestu tá í tíðini, passaði mamma hús og børn, tí har var so ríkiligt at takast við í tí dagliga.


Pápi búleikaðist stórta prtin av lívinum á sjónum sum skipari á Eystnes og Klakki, bátar hjá Kjølbro, sála. Tey seinastu árini tó sum havnarfúti við Leirvíkar Havn, til hann legði frá sær vegna aldur.


Vit menniskju hava tað av lyndi at samla upp á eitthvørt. Nógv samla upp á silvur, onnur gull, tey fægstu upp á diamantar, tí teir eru so dýrir og ringir at fáa fatur á. Sama er við hjúnalagnum, nøkur náa silvurbrúdleyp, onnur gullbrúdleyp, men tey fægstu náa diamantbrúdleyp. Tá er sum oftast heilsan farin at bila, tí árini eru so mong. So góða mamma og pápi - tit hava í dag nátt diamantið...flott.


Hóast tit eru komin høgt til árs, og ellið er farið at gera um seg, og holdið er viknað nakað, skulu tit bæði eiga eitt; tit bera aldurin avbera væl. Sum pápi so mangan hevur sagt: »Skinnið er gamalt; men sinnið ungt« So er... so er.


Í skrivandi stund kom hetta ørindi mær til hugs, og passar tað væl til tykkum bæði.


Bæði hann stigar gomul og ung

Breytina fyri teim greiðir

Fylgir hann við á míni ferð

Einki mær tá til skaða ger

Tøkk havi Gud fyri lívið.


Vóni eg, at Harrin, sum tit hava sett tykkar álit á her í lívinum, sum hevur stykt tykkum bæði tá tað hevur gingið við og ímót, gevur tykkum eitt gott lískvøld, so tit bæði fáa loyvi at síggja sólina seta í Djúpini. Sum so mangt vakurt sólseturskvøld, tá babba hevur spælt fyri tær mamma, upp á sína gomlu mandolin framman fyri køksvindeygað úti á Egg. »Eitt tekin um kærleika«.


Enn einaferð hjartaliga tillukku.


Dóttir tykkara Esther