Dialogur skal fyribyrgja álitisbrotum

- Alneyðugt er við so nógvum dialogi sum gjørligt, so leingi vit eru í sama ríki sum Danmark, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.

Seinnapartin í gjár var orðaskifti í danska fólkatinginum um ríkisfelagsskapin, soleiðis sum fólkatingið í fjør vár samtykti, at tað skal vera á hvørjum ári. 

 

Talan er um eitt slag av aðalorðaskifti, men annars uttan, at fólkatingið kemur til nakra ávísa niðurstøðu ella ger nakra samtykt.

 

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri javnaðarflokkin, var slett ikki nøgdur við alt, sum kom fram undir orðaskiftinum í gjár.

 

- Tað er gott, at vit hava slík orðaskifti, tí tað eru bara fá ár síðan, at vit høvdu eitt fullkomiligt álitisbrot millum Føroyar og Danmark.

 

Hann heldur tað tí vera alneyðugt við so nógvum dialogi sum gjørligt, so leingi vit eru í sama ríki – og ikki minst fyri at fyribyrgja, at slíkt álitisbrot ikki hendur aftur.

 

Í samrøðu við Rás2 í dag, sum kann hoyrast við at trýsta á pílin ovast á myndini, sigur Sjúrður Skaale, at hann hevur sjálvur verið við til at taka stig til hetta orðaskifti.