Diabetis rakar fjórða hvønn føroying ímillum 40 og 80 ár

Fjórði hvør føroyingur ímillum 40 og 80 ár, hava diabetis, ella eitt forstadium til diabetis.

Tað er niðurstøðan í eini spildurnýggjari, umfatandi kanning hjá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu um sukursjúku í Føroyum.

- Vit hava roknað okkum fram til, at umleið 25% av øllum føroyingum ímillum fýrati og áttatiár antin hava sukursjúku, ella eitt forstadium til sukursjúku, sigur Pál Weihe, sum er ein av teimum, sum hevur staðið fyri kanningini.

Hann sigur, at eini 15% av øllum ímillum 40 og 79 ár hava typu 2 diabetes, og tað eru nógv fleiri menn enn kvinnur, sum dragast við hetta ólag í sukurstoffskiftinum, sigur granskarin.

Hann heldur, at eitt úrslit av hesum úrslitinum eigur at verða, at øll at verða kannað, um tey hava sjúkuna ella forstadium til hana, so at tey kunnu verða sett viðger.

- Tey góðu tíðindini eru so, at her ber væl til at fyribyrgja diabetis við at røra seg, leggur hann afturat.

Í tíðindunum her á Rás2 klokkan 15, hava vit samrøðu við Pál Weihe, har hann greiðir frá kanningunum.