Diabetis: Brúka pengar fyri at spara pengar

Diabetisheildarætlanin leggur upp til nógv ymisk tiltøk, sum samanlagt kosta millum fýra og seks milliónir krónur.

Havandi í huga, at tað er hall á fíggjarlógini, kann tað altíð gerast ein trupulleiki at fáa játtan til nakað sum kostar pengar, men sambært heilsumálaráðharranum er málið at fáa peningin til vega. Tí í hesum føri snýr tað seg um at brúka fyri at spara.

- Skulu vit seta tiltøk í verk, so kostar tað. Men í hesum føri snýr tað seg um at brúka pening fyri at spara pening yvir eitt longri tíðarskeið, sigur Karsten Hansen.

Hann vísir á, at tað í verkætlanini verður lagt upp til, at arbeiðið móti diabetis skal uppraðfestast, og serliga er tað arbeiðið móti diabetis 2, sum meira skal gerast við.

Kanningar vísa, at umleið 3.000 føroyingar hava typu 2 diabetis, men hon vísir eisini, at umleið sama tal hevur undanstigið til diabetis 2, stendur at lesa í álitinum, sum varð handað landsstýrismanninum í gjár. Eisini stendur at lesa, at umleið 10 prosent av teimum, sum hava diabetis í Føroyum hava diabetis 1, og onnur 10 prosent hava tað, sum í álitinum verður kallað typa 1,5.

Stóri trupulleikin í sambandi við diabetis er, at ein stórur partur av teimum, sum hava sjúkuna, koma ikki til kanningar, og tað skal tað gerast nakað við.

- Tí flyta vit viðgerðina av teimum, sum hava typu 2 út í økini, so tey fólkini ikki skulu allan vegin til Havnar. Tað sum hetta snýr seg um er líka nógv at fyribyrgja sum at viðgera, og tað er tann partin vit skulu hugsa um í hesum føri, sigur Karsten Hansen.

Hann vísir á, at tað kostar samfelagnum stórar upphæddir, at fólk sum t.d. hava diabetis 2 ikki vera viðgjørd nóg tíðliga. Tí hevur tað so stóran týdning at brúka pening nú. Vit spara hann seinni, sigur landsstýrismaðurin.