At tað er gott at røra seg er onki nýtt, men tað nýggja eru altjóða kanningarnar, ið vísa á rørslu sum viðgerðaramboð til ávísar sjúkur, eitt nú diabetes typa 2, sum eg skrivi um, nú altjóða diabetesdagurin var 14. november.
Typa 2 diabetes hevur tað til felags við typu 1, at blóðsukri er ov høgt. Blóðsukrið verður stillað av hormonum, har insulinið er tað týdningarmesta.
Insulinið, sum verður gjørt í búkspýtskirtlinum, syrgir fyri at føra sukrið frá blóðinum og inn í vødda- og feittkyknurnar.
Typa 1 diabetes er eyðkend við, at onki ella sera lítið insulin verður gjørt, so har er daglig insulinviðgerð neyðug.
Typa 2 er eyðkend við at insulinið ikki virkar nóg væl á tær kyknur, sum skulu upptaka sukrið frá blóðinum og at ov lítið insulin veðrur gjørt í búkspýtskirtlinum.
Tey góðu tíðindini eru, at hetta kann broytast við fitt av rørslu, sunnari mati og tí neyðuga heilivágnum.
Hóast ein, ofta óvitandi, hevur haft typu 2 diabetis í langa tíð, ber til at betra um støðuna við broyttum lívstíli.
Tá eg nevni rørslu, er tað øll rørsla, sum økir um puls og andadrátt, men ikki meira enn so, at tú alla tíðina kanst tosa, sum til dømis tá tú gongur heilt skjótt. Vit kunnu brúka orðið "íðkan ".
Best er at fara til læknan, áðrenn íðkanin byrjar, hetta fyri at staðfesta um aðrar sjúkur ella sjúkueyðkenni eru, tað kann vera hjarta- og æðrasjúkur, nervabruni ella slitgikt.
Nervabruni ger, at ein ikki følir eins nógv í fótunum. Millum 40 og 70% av øllum diabetikarum fáa onkuntíð hendan trupulleikan, tá er best at umgangast íðkanir, ið tyngja niður á føturnar, (renning og longri gongutúrar) fyri at fyribyrgja sárum. Vel tá heldur at svimja, súkla ella set teg á eina rógvimaskinu.
Læknin kann eisini senda sjúklingin til fysioterapeut, sum hjálpir einum ávegis. Fysioterapeuturin kann saman við tær finna út av, hvar títt støðið er, tvs. testa tína konditión, styrki og javnvág.
Fysioterapeutarnir á klinikkum í Føroyum hava sáttmála við MFS , Meginfelag Sjúkrakassa Føroya .
Eftir hesum sáttmála ber til at fáa venjingar individuelt og í bólkum.
Av tí at boðberaskipanin við lið og vøddar í undirbeininum oftani er niðursett, er javnvágin ring. Hevur tú ringa javnvág, so verður gongulagið hareftir, og vandin fyri fleiri skaðum økist, eisini her ber til hjá fysioterapeutinum at hjálpa tær við at finna fram tær venjingar, sum júst tú hevur tørv á, eins og at ráðgeva um góðar skógvar og møgulig innlegg.
Fysioterapeuturin tekur sær eisini av øðrum trupulleikum í rørslulagnum, ið gera at tað er pínufult at røra seg. Vit hava nógv góð amboð í amboðskassanum, sum kunnu linna pínu og økja liðanina.
Viðhvørt er tað nokk at fáa hjálp til at finna útav, at tann pínan, sum møguliga er, ikki er vandamikil, at tú kanst venja hóast alt.
Rørsluráð og hugskot: - við hesum fyribyrgir tú stress, depression og angist
Far til læknan
Byrja varisliga. Tað takur 4-6 mánaðir at koma til teir 30 min. dagliga, sum gera best nyttu
Fá ein fysioterapeut at hjálpa tær í gongd
Vigar tú ov nógv, er bæði súklan, svimjingin og at ganga við stavum gott
Styrkivenjing er góð, men ver ansin um blóðtrýstið er ov høgt
Skift aktivitetir sum t.d. urtagarðsarbeiði, støvsúgving, vaska gáttir og klæðir, ja, alt ger mun
Brúka trappur --- allastaðni
Bilurin nýtist ikki parkeringsplássið nærmast handlinum
Gang í gangifelag
Far til eitt av teimum mongu motiónstilboðunum í kvøldskúlaregi
Far til føroyskan dans
Minst til at pulsurin skal upp
Legg fjarstýringina til sjónvarpið burtur, so mást tú reisa teg av og á
Fá tær hund ---- hann má út fleiri ferðir um dagin
Far saman við onkrum tú trívist saman við í venjingarmiðstøðirnar
Far ein góðan regntúr, og legg til merkis vælveruna aftaná
Í byrjanini kanst tú deila teir 30 min. til 3 ferðir 10 min. um dagin
Hav altíð drúusukur ella juice við, tá tú fert
Minst til gott á føturnar og hosur, ið ikki gnadda.
Gleð teg yvir, at tú við rørsluni styrkir vøddar, spengur, liðir og beinagrind
Kelda: www.fysio.fo









