Diabetes hóttir fólkaheilsuna

Nýggj tøl vísa, at diabetes verður ein ein álvarsom hóttan móti fólkaheilsuni. Ein orsøk er, at fólk eru vorðin feitari og latari

Sunnudagin komandi, tann 12. september kl. 14.00, verður almennur fundur á Parnassinum á Hotel Hafnia í Havn, har evnið er aldursdiabetis. Heitið á fundinum er Aldursdiabetes ein hóttan móti fólkaheilsuni, og Liva væl og leingi við aldursdiabetes. Tað er Diabetesfelag Føroya, ið skipar fyri fundinum. Jak Jervell, professari, og Sindre Bjørke, formaður í norska diabetisfelagnum, halda fyrilestrar um aldursdiabetis.

Úrslitið av eini nýggjari og rættiliga umfevnandi norskari kanning um sukursjúku millum eldri, er rættiliga ræðandi. Serliga talið á ungum fólki, sum hava fingið sukursjúku, bendir á eina hóttandi gongd. Kanningin vísti, at 2000 norðmenn, sum tóku lut í kanningini, høvdu sukursjúku uttan at vita av tí.

Kanningin fór fram í Nord-Trøndelag frá 1995 til 1997. Øll yvir 13 ár vórðu kallað inn til eina heilsukanning, og 75000 fólk tóku av tilboðnum.

Talið á fólki við sukursjúku 2, ið er minni álvarsom enn sukursjúka 1, er næstan fýra-faldað seinastu 30 árini. Í aldursbólkinum 30-40 ár skrásetur kanningin eina øking á 73 prosent síðani 1984. Tá ið talan er um sukusjúku 1, sum kann vera deyðilig, er økingin ikki so dramatisk.

- Trupulleikin er, at ofta ganga 5 til 10 ár frá tí ein hevur fingið sukursjúku til ein er varugur við tað. Gott og væl 2000 norðmenn hava fingið sukursjúku uttan at vita av tí. Í útgangsstøðinum skuldi ein ikki hildið, at ein sjúka, sum ein ikki merkir, ikki er vandamikil. Men rættiliga nógv hava longu tá fingið álvarsamar líðingar, sum avleiðing av sjúkuni. Nógv fáa trupulleikar við sjónini, sigur Kristian Midthjell, sum hevur havt ábyrgdina av kanningini við tíðarritið Folkehelsa.

Sukursjúka ávirkar ikki bert sjónina, men eisini nervalagið og sjúkan kann eisini føra til hjartasjúkur. Ikki færri enn 100.000 norðmenn liva í dag við sukursjúku. Um tíggju ár verður roknað við, at hetta talið er tvífaldað.

Serliga tvey viðurskifti eru orsøkin til, at talið á diabetikarum økist. Fólk eru vorðin feitari og latari.

- Tað er eitt týðiligt samband millum økta vekt og diabetes. Vandin fyri at fáa diabetes økist við vektini, sigur Midthjell. Norska kanningin vísir, at tíggjundi hvør norðmaður vigar ov nógv, og at miðalnorðmaðurin vigar fýra kilo meiri í dag enn fyri tíggju árum síðani. Ræðandi tøl, sum kunnu fáa álvarsamar avleiðingar, vísa granskararnir á.


Menningarlondini á odda

Gro Harlem Brundtland, fyrrverandi norski forsætismálaráðharri, segði fyri stuttum, at ræðandi tølini um sukursjúku benda enn eina ferð á, at heimurin er í eini yvirgangstíðarskeiði, har smittandi sjúkur gerast kroniskar, ikki smittandi sjúkur. Heims heilsustovnurin WHO væntar ein vøkstur á 122 prosent í talinum á diabetikarum, frá 135 mió. til 300 mió. fólk í 2025. Vøksturin verður størstur í menningarlondunum, men eisini í ídnaðarlondunum er talan um ein stóran vøkstur.

Tað, sum serliga vekir ans í menningarlondunum er, at sukursjúkan av slagnum 2, sum er tað vanligari slagið, rakar nógv yngri fólk meðan hon í ídnaðarlondunum vanliga rakar fólk eldri enn 40 ár. Orsøkin til hetta er ókend, men tað er nógv sum bendir á, at ov lítið av føði longu í móðirlívi og fyrstu liviárini ger, at vandin fyri at fáa diabetes er størri.