Tað gav at bíta, tá blaðkvinnan á Sosialinum, Rigmor Dam, bað hana koma oman í Miðlahúsið til eitt prát við Sosialin og eitt prát á Rás2. Tá svaraði hon: Miðlahúsið, hvar liggur tað?
Hetta bleiv sum vera man yvirskriftin hendan dagin. Tí hvør skal siga, hvussu kanst tú vera stjóri fyri Kringvarpið, um tú ikki kennir føroysku miðlarnar.
Kanska eitt sindur speiskt – ella humoristiskt. Men nýggi kringvarpsstjórin veit væl, hvar Miðlahúsið er. Hann hevur arbeitt á øllum trimum teimum stóru miðlunum, og segði Jú, eg veit væl, hvar Miðlahúsið er, tá Leo Poulsen bað hann koma oman í rásarúmið hjá Rás2.











