Dia pínir starvsfólkini í 14 dagar afturat

Starvsfólkini í Kringvarpinum verða hildin á pínubeinkinum í einar fjúrtan dagar afturat. Tí ikki fyrr enn tá fer Dia Midjord at gera av, hvussu nógv skulu sigast upp.

Hann hevur sagt, at talan verður millum 15 og 30 fólk, um ikki øll verða søgd upp – uttan Dia Midjord sjálvur.

Sambært heimasíðuni hjá Kringvarpinum, so langar Dia bremsurnar í við teimum sparitiltøkum, hann hevur boðað frá í dag. Tey bjarga kortini ikki stovninum, sum fer at hava eitt hall í ár upp á 3,5 milliónir krónur. Tiltøkini fara bara at pynta upp á úrsliti, sigur Dia Midjord, kringvarpsstjóri.

Kringvarpið skrivar, at politiski myndugleikin ikki vil hjálpa fíggjarliga, og tí er greitt, at nógv fólk verða søgd upp.