Dia P. Johannesen

Millum manna um okkara leiðir varð hann ikki róptur fyri annað enn Dia P. Er tú ikki einnevndur í bygd ella í einum øki, verður tú málsliga eyðmerktur á annan hátt, og fríggjadagin í farnu viku fingu vit boðini um, at ein av okkara fyrrverandi borgarstjórum var farin í annað ljós at vera - 84 ára gamal. Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit fljúgva avstað. Harvið rakk hann gott og væl kempualdri.

 

Dia P. var borgarstjóri í Runavíkar kommunu í 10 ár í trimum syftum. Árini 1975-1976, 1977-1980 og aftur í árunum 1985-1988.

 

Dia P. var nesmaður, og á Nesi varð hann borin í heim hin 28. september 1937. Sonur Joenu (f. Jacobsen) ættað úr Leynum og Niclas Johannesen ættaður av Nesi. Tey bæði áttu synirnar Sigfred og Dia. Niclas var skipari, men doyði av sjúku stutt eftir seinra kríggj, og soleiðis gjørdist Dia faðirleysur longu 10 ára gamal. Hann royndi sjógvin, sum hann hevði stóran áhuga fyri og hug til, og 16 ára gamal fór hann til skips við Coraliu, sum Jørgen Davidsen førdi. Hann hevði eitt brennandi ynski um at gerast skipari, men eyguni kundu ikki tað sama sum hann ynskti, hann stóð ikki sýnsroyndina, tí saðlaði hann um og legði leiðina eftir kennarastarvinum. Veturin 1956/1957 var hann næmingur á Føroya Fólkaháskúla, eftir tað eitt ár til skips av nýggjum og í 1958 var hann tikin upp á Føroya Læraraskúla, haðan hann fekk prógv í 1962. Av tí at kennaraútbúgvingin var annað valið, skiparaútbúgvingin stóð fremri, men ómøgulig at røkka, hevur hann sjálvur greitt frá, at hann legði skúlataskuna í ein klæðsekk á ferðini við mjólkarbátinum til Havnar fyrsta skúladagin. Hann var ikki heilt álvuligur við støðuna. Nakrir sum gingu í sama flokki vóru Arni Ludvig, Óli Simonsen, Hans Jacob Sigvardsen og Hilmar Kass.

 

Dia P. gjørdist lærari við Tofta skúla eftir lokna útbúgving, og har var hann í starvi øll síni virkisár sum skúlamaður. Varaskúlastjóri var hann frá 1988 og eitt skeið tók hann á DHL í 1972. Hann var nógv av- og umhildin sum lærari millum næmingar og foreldur. Spjaddi natúrligan aga kring um seg, - har var friður til frálæru.

 

Í 1965 giftust Dia P. og Bergljót, - fødd Hansen. Begga er dóttir tey bæði Ingu og Niels Paula Hansen í Heimistovu á Glyvrum. Tey bæði bygdu sær hús uppi við Dalavegin í 1966, og sum so mong onnur teknaði verfaðirin eisini hesi húsini. Hetta er um tað mundið, táið nógvir nýggir kennarar koma til lutfalsliga nýggja realskúlan á Glyvrum, úr ymsum heraðshornum, og einaferð settu teir sær fyri at geva út eitt blað, - Fjarðbúgvan. Hans Jacob Sigvardsen (fyrsti blaðstýrarin), Per Hansen, Monrad Holm, Jóhann Kjeld og Kaj Aage Troest vóru lærarar við Glyvra skúla og saman við teimum byrjaði Dia P. blaðútgávu í 1970. Herrópið í fyrsta blaðnum var: “Í rúma tíð hava vit, ið standa fyri fyrstu útgávu av hesum blað, verið brennandi fúsir at fingið eitt málgagn fyri tað fólk, ið býr ella búleikast um hesar leiðir.” Stovnararnir løgdu allir sín lut í hetta vældámda blað, sum kom regluliga út fram til 1975.

 

Dia P. var tjóðskaparhugaður maður. Hevði stóran alsk til móðurmálið og føroyskar bókmentir. Lærdi eisini frá sær í móðurmálinum. Av yrkjarunum dámdi honum serliga væl Janus Djurhuus og Christian Matras. Yvirhøvur var hann ein sera væl lisin maður og fyrsta útlendska mál hansara var enskt. Hóast hann ongantíð tók av fleiri tilboðum um at stilla upp til løgtingsval fyri Fólkaflokkin, sum hann var partur av, eisini lokalfelagnum í Eysturoy, so var áhugin fyri landspolitikki ikki sørur. Jóannes bóndi, og teir sum stríddust fyri størri sjálvræði í Føroyum, vóru hansara fyrimyndir. Slóðin til fyrsta yrkisvalið, sjólívið, kámaðist ongantíð. Veiðilyndi lá í honum og javnan vóru vinnulívsmaðurin Sofus Thomsen og hann útrónir. Teir vóru skyldmenn úr Porkeri og góðir vinir. Teir dámdu best at rógva við kalvalínu og størsti kalvin teir fingu vá 470 pund. Tá stríddust teir leingi, men Dia P. helt tá fyri, at hevði føroyski báturin ikki verið so væl smíðaður – laðaður – hevði verið ringt at bast honum. Teir báðir Sofus trivust væl við sílatráðu og sóust tíðum út fyri oyruni í Skálafirði og onkrar túrar gjørdu teir eisini yvir í áirnar í Íslandi.

 

Dia P. treivst serliga væl í natúruni. Tey sum ferðaðust um leiðirnar omanfyri bygdina á Nesi minnast, hvussu íðin hann var at røkja sílastovnin í Nesvatni, mongum til fragdar. Tónleikaevnini hjá børnunum koma helst úr báðum slóðum, - Dia P. leikti á fiól á Læraraskúlanum og fekk hægsta próvtal í hesi disciplinini. Stóri alskurin stóð til klassiskan tónleik og best dámdi honum strúkara- og fióltónleik.

 

Dia P. var innsnúgvin maður av lyndi. Innhugsin og væl var at hugsa við, men hann rann ikki aftaná fólki fyri at gerast partur av einhvørjum túnatosi. Hann kundi tosa, men var ikki serliga snakksaligur, og tosaði ongantíð ilt um onnur.

 

Spurningurin er so hvussu ein innsnúgvin maður kann gerast politikari. Ja, tann borgarstjórin í Runavíkar kommunu, sum hevur sitið longst í starvinum – í 10 ár tilsamans. Hann var ongantíð vanligur býráðslimur – men borgarstjóri øll árini hann var umboðaður í býráðnum. Hinir, tá vóru tað bara menn, hava valt hann eftir evnunum, sum teir vistu at hann átti í sær. Í grundini kundi tað kennast sum eitt paradoks, at ein nesmaður, búgvandi á Glyvrum, gerst borgarstjóri í innaru kommununi so fá ár eftir at Nes Sóknar Kommuna gekk sundur í tvinnar lutir pr. 1. apríl 1967. Umframt egin evnir kann ein millumrokning vera, at hann giftist inn í eina kommunalpolitiska sferu. Verfaðirin, stóri framtaksmaðurin Niels Pauli í Heimistovu, sat í Nes Sóknar kommunu í 22 ár og 13 av hesum var hann kommunustýrisformaður. Hetta var tíðin, táið tær stóru avgerðirnar vórðu tiknar, sum av álvara fluttu økið fram á leið. Niels Pauli var eisini tjóðskaparhugaður fólkafloksmaður, men táið partapolitisk uppstilling ongantíð hevur verið partur av kommunupolitikkinum um hesar leiðir, stillaðu teir báðir upp á borgaralistum, har ymsi áhugamál vóru umboðað.

 

Árini, Dia P. Johannesen sat sum borgarstjóri – tá var tað hálvtíðarstarv og umsitingin lítil – nógv knoss og stór ábyrgd lá á herðum borgarstjórans - vóru eisini ein stór menningartíð um hesar leiðir. Á skúlaøkinum, ansingarøkinum, ítróttarøkinum, við havnaløgini etc. gekk tað støðugt og skjótt fram á leið, hóast peningurin ikki var hin sami sum í okkara tíð. Teir, sum sótu saman við honum, rósa honum í allar mátar. Avgjørdur demokratur, lurtaði eftir øllum og tók saman um, greiður í øllum lutum og ruddiligur. Har hingu ongir lepar uppi við. Hann stillaði ikki uppaftur í 1980, eftir 6 ár í borgarstjórasessinum, men í 1984 fekk onkur hann til at taka eitt tørn afturat, og tað merkisverda er, at hann enn einaferð verður valdur í evsta sessin í býráðnum. Eftir 4 árum kundi man rokna við, at aðrar politiskar alliansur vóru vorðnar so magnfullar og treystar, at ein afturvendur borgarstjóri ongan kjans hevði, men maðurin við førleikunum varð aftur settur upp á trónuna. Ikki tí at hann ynskti tað, men tí at aðrir ynsktu at so skuldi vera. Í 1988 stillaði hann ikki uppaftur, - tá hevði hann væl og virðiliga gjørt sína borgaraskyldu.

 

Børnini hjá Beggu og Dia P. eru øll alkend í Føroyum og eru gávað á mongum mótum. Niclas, Urd og Øssur.

 

Mátti Hann, ið øllum ræður, givið tær, Dia P. Johannesen, ein tignarligan sess í hini himnesku sferuni.

 

Fyri Runavíkar kommunu

 

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri