Dia hevur vant mansliðini hjá VÍF og Neistanum seinnu árini, men kemur nú aftur í barndómsfelagið at royna seg. Umframt at hava drúgvar royndir sum venjari, er Dia í ferð við at taka hægstu venjaraútbúgvingina í Evropa ? EHF Master Coach.
Aftrat sær hava venjararnir Hans Mikkelsen, ítróttarlærara, sum tekur sær av fysisku venjingini hjá teimum vaksnu. Styrkivenjingin er byrjað, og hondbóltsvenjingin byrjar fyrst í august.










