Dia Midjord í nýtt starv

Fyrrverandi kringvarpsstjórin verður nú aftur at síggja á venjarabonkinum í hondbólti.

Dia Midjord hevur verið kendur her heima sum hondbóltsvenjari, men hann hevur ikki fingist við hondbólt hesi seinastu fimm árini hann hevur verið kringvarpsstjóri.


Hann fór frá sum stjóri fyri lítlari viku síðani, nevniliga hin 1. august, og nú leitar hann sær aftur á gamlar gøtur – nevniliga á venjarabonkin.


Sambært álítandi keldum hjá Miðlahúsinum, so fer Dia Midjord at standa á odda fyri besta mansliðnum hjá StÍF komandi kappingarár.


Dia Midjord var í nógv ár hondbóltsspælari á hægsta stigi í Føroyum, og hann hevur eisini venjaraútbúgving og hevur virkað sum venjari í fleiri umførum, eitt nú eisini sum landsliðsvenjari.


StÍF endaði í fjør næstaftast í FTZ-deildini við 18 stigum í 24 dystum. Liðið hevur higartil í ár fingið ein nýggjan mann á liðið, nevniliga danska málverjan Joakim Jürs.