Dysturin sunnudagin var framman undan mettur sum ein styrkisroynd, og í so máta staðfesti Neistin sína støðu sum fremsti avbjóðarin til VÍF.
Efitr dystin fingu vit orðið á neistavenjaran, og hann var heldur ikki ósamdur í hesum.
- Tað ljóðar kanska eitt sindur frekt at siga, men eg haldi at dysturin í dag vísti, at skal nakar taka VÍF, so verða tað vit.
Neistin hevur annars styrkt rættiliga nógv um liðið, og venjarin viðgongur eisini, at ætlan teirra alla tíðina hevur verið, at vinna sær sæti í oddinum.
- Sjálvandi ætla vit okkum at enda so ovarliga sum gjørligt, og hóast tað enn er langt eftir á mál, so hava vit alla tíðina gjørt framstig.
- Tað er enn nógv, sum skal betrast, men aftur í dag gera vit fleiri framstig í mun til seinasta dystin, so tað gongur rætta vegin, sigur neistavenjarin at enda.