Sunnudagin var síðsta etapan á skránni í stóru italsku súkklukappingini, Giro d’Italia, sum verður mett at vera millum tríggjar tær størstu kappingarnar innan súkkluheimin.
Italiumaðurin, Danilo di Luca, sum súkklar fyri Liquigas, legði seg á odda tíðliga í kappingini, og hóast fleiri av mótstøðumonnunum royndu at trýsta hann, so megnaði di Luca at varðveita ljósareyðu troyggjuna allan vegin á mál. Bert 21 ára gamli luksemburgarin, Andy Schleck, sum súkklar fyri danska felagið Team CSC, endaði á øðrum plássi, meðan Eddy Mazzoleni frá Astana endaði nummar trý. Seinasta etapan bleiv vunnin av italska sprintaranum, Alessandro Petacchi.