DF hóttir við at fella donsku stjórnina

Danska stjórnin kann missa stuðulin, um hon ger eina útlendingaavtalu uttanum Dansk Folkeparti.

Nógvu flóttafólkini, ið er komin til Danmarkar síðstu vikurnar, seta nú trýst á stjórnarsamstarvið í Danmark.


Tað er greitt aftaná at Søren Espersen, talsmaður hjá Dansk Folkeparti í útlendingamálum, hóttir við, at um stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen ger eina breiðu semju við hinar flokkarnar í Fólkatinginum um eina útlendingaavtalu, so tekur Dansk Folkeparti sín stuðul aftur til donsku stjórnina.


Søren Espersen kom við hóttanini í eini samrøðu við TV2 í morgun.


- Ein føst útlendingaavtala við eini breiðari semju, har Venstre og Socialdemokratiet eru við uttan Dansk Folkeparti, tað kann eg ikki góðtaka. Tað er heilt óhugsandi.


- Tað vilja vit ikki hava. So koppa við stjórnini. Sjálvandi gera við tað.


- Tað hevði aldrin hent, at vit høvdu góðtikið tað. Og Lars Løkke Rasmussen er ikki so býttur, at hann ger tað.


Í síðstu viku boðaði danska stjórnin annars frá, at man ynskti at taka móti 1.000 fleiri flóttafólkum. Socialdemokratiet tók undir við fráboðanini, men Dansk Folkeparti gjørdi beinanvegin greitt, at heldur ikki tað kundi flokkurin ganga við til.


Yvir tíggjutúsund flóttafólk eru komin til Danmarkar seinastu tvær vikurnar. Tey flestu teirra ynskja tó ikki at steðga í Danmark, men forseta teirra ferð til Svøríkis.