DF hóttir grønlendsku fólkatingsumboðini

Tað er ikki vist, at teir báðir grønlendsku fólkatingslimirnir fara at atkvøða fyri einum uppskoti á flóttafólkaøkinum, sum gongur stjórnini ímóti Lars Emil Johansen og Juliane Henningsen søgdu í gjár, at tey fóru at atkvøða ímóti stjórnini. Men við Politiken sigur Lars Emil Johansen, at hann er í iva.

Atkvøða tey bæði grønlendsku umboðini saman við andstøðuni, kemur stjórnin í minniluta í Fólkatinginum, og tað fekk í gjár Danska Fólkaflokkin at ávara grønlendsku fólkatingslimirnar.

-Grønlendingar eiga at skilja, at hetta kann broyta javnvágina millum, hvat eru donsk, og hvat er grønlendsk viðurskifti, og tað kann fáa umfatandi avleiðingar, segði næstformaðurin í Danska Fólkaflokkinum, Kristian Thulesen Dahl.

Politiska framsøgukvinnan hjá Vinstra, Inger Støjberg, sigur við Politiken, at tað tykist løgið, at teir grønlendsku fólkatingslimirnir ætla sær at atkvøða í einum innanríkispolitiskum máli, samstundis sum samráðingar eru um størri grønlendskt sjálvstýri.

-So innast inni vænti eg ikki, at grønlendsku umboðini fara at atkvøða ímóti stjórnini, sigur Inger Støjberg.

Framsøgukvinnan hjá teimum konservativu, Henriette Kjær, segði í morgun, at kemur stjórnin í minniluta, kann tað enda við einum skjótum nývali.