Í dag er ein søguligur dagur fyri Danska Fólkaflokkin, eftir at samráðingarnar í Læsø kommunu endaðu við, at 62 ára gamli Karstin Nielsen, DF, verður borgarstjóri í kommununi. Harvið verður hann fyrsti borgarstjóri nakrantíð, ið er partur av Dansk Folkeparti. Tað skrivar TV2.
Núverandi borgarstjórin, Tobias Birch Johansen úr Vinstra, kundi annars fegnast um eitt gott valúrslit í farnu viku, tá hann tryggjaði flokkinum fýra út av níggju umboðum í býráðnum. Men hóast flotta valúrslitið, so gjørdist skjótt greitt at Danski Fólkaflokkurin, Læsølistin og danski Javnaðarflokkurin ikki vóru sinnaði at peika á hann sum borgarstjóra.
Eftir at flokkarnir hava samráðst um støðuna í dag, eru allir flokkar samdir um at velja Karstin Nielsen til borgarstjóra, meðan Tobias Birch Johansen verður varaborgarstjóri.
Sambært TV2 lá tað annars als ikki í kortunum undir valstríðnum, at Karstin Nielsen skuldi blíva borgarstjóri. Hann var niðast á listanum hjá DF til valið, men fekk so nógvar atkvøður, at hann bleiv fremst av teimum báðum umboðunum hjá DF. Tá so umboðini hjá danska Javnaðarflokkinum og Læsølistanum peikaðu á hann sum borgarstjóra, so var vegurin slóðaður fyri at donsk politisk søga kundi skrivast.
Læsø kommuna er minsta kommuna í landinum, og búgva 1.814 fólk á oynni.