Deyður maður funnin í Vágsbotni

Ein løgreglumaður kom í morgun fram á ein persón, sum lá á sjónum í Vágsbotni, við rygginum uppeftir.

 

Ein løgreglumaður kom í morgun fram á ein persón, sum lá á sjónum í Vágsbotni, við rygginum uppeftir. 

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tað var í morgun klokkan 9.11, at løgreglumaðurin boðaði frá hesum, og síðani hava løgreglufólk gingið í Vágsbotni og kanna málið. 

 

Maðurin er norðmaður, sigur vakthavandi. 

 

Í løtuni avhoyrir løgreglan fólk, og hetta arbeiðið verður væntandi liðugt um nakrar tímar.