Grønlands Politi fekk eina fráboðan um, at ein deyður persónur var funnin á einari adressu í lítlu grønlendsku bygdini, Aappilattoq, tíðliga leygarmorgunin.
Vaktleiðarin hjá løgregluni, Mads Lynge, sigur við Sermetsiaq, at deyðsfallið nú verður kannað sum drápsmál.
Ein persónur er handtikin, og ætlandi skuldi grundlógaravhoyr vera í dag. Løgreglan ynskir, at maðurin verður varðhaldsfongslaður.
- Ein persónur er handtikin og skal fyri rættin í dag. Vit hava ikki fleiri viðmerkingar aftrat tí, at kanningararbeiðið í málinum sjálvsagt er í gongd, sigur Mads Lynge við Sermitsiaq.
##med2##