Fiskivinna
Hesa vikuna hava fýra skip landað í Klaksvík.
Mánadagin vóru partrolararnir Safir og Smaragd inni. Teir høvdu sløk 150.000 pund tilsamans, meginparturin upsi.
Mánadagin landaði Helena 85.000 pund av línufiski.
Týsdagin og mikudagin var eingin landing í Klaksvík, men í morgun landaði trolbáturin Olevina, sum hevði 5.000 pund av landleiðini.
Ågot, sum roynir við gørnum, landar í Klaksvík í dag. Teir hava stívliga 25.000 pund av svartkalva.
Mánadagin koma partrolararnir Fjalshamar og Nónhamar, men í gjár visti Landingarmiðstøðin í Klaksvík ikki, hvussu nógv skipini hava inni.
Sum skilst, er fiskiskapurin hjá ísfiskatrolarunum smáligur í løtuni.