- Fleiri línuskip eru undir Íslandi, men tað liggur ikki fast, um tey fara at landa í Íslandi, ella um tey koma heim við fiskinum.
Á Fiskamarknaði Føroya hava tey hoyrt frá einum línuskipi, sum ætlar at landa fyri páskir.
- Í løtuni er bara eitt línuskip undir Føroyum, og hetta skipið fiskar svartkalva. Fleiri línuskip liggja í løtuni.
Um útlitini til útróður, veit Fiskamarknaður Føroya at siga, at streymurin verður harður fyrst í vikuni, sum kemur, men batnar, sum vikan gongur.
- Útróðrarlíkindini verða helst eitt sindur keðilig fyrst í vikuni, men batna sum vikan gongur.
Myndina av Sandshavinum, sum liggur við Vestaru Bryggju í Havn, hevur Birgir W. Høgnesen tikið.










