Deyði og sorg skulu ikki gloymast

- Tíbetur hevur hetta rák ikki fingið fastatøkur í Føroyum. Við sorgini og minnunum livir kærleikin víðari, sigur Emil Olsen, prestur.

Tað var Emil Olsen, prestur, sum helt minningargudstænastuna í Gjáar kirkju í gjár, allahalgannadag. Eftir gudstænastuna varð vitjað við minnisvarðan, har sálmur varð sungin, og prestur eisini segði nøkur orð.

 

Í síni minningartalu umrøddi prestur eitt nú eitt rák, sum hevur tikið seg upp nógva staðir uttanlands, har fólk royna at gloyma burtur deyðan og sorgina og vilja jarðast í grøv teirra ókendu.

 

Emil Olsen fegnaðist um, at hetta rák ikki hevur fingið fastatøkur í Føroyum, tí deyðin er ein partur av lívinum, og við sorgini og minnunum livir kærleikin víðari.

 

- Tí er tað gott at minnast tey deyðu, segði prestur.

 

Millum tey, sum vóru við til minningargudstænastuna við Gjógv í gjár, var formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, sum á myndini, tikin við minnisvarðan, hevur kendu gjáarmenninar, Asfinn Sigvardsen, sum býr í Saltangará og Sofus Debes Johannesen, býráðslim í Sunda kommunu, við sína lið.

 

Tað er heimasíðan hjá Føroya Fiskimannafelag, sum eigur myndina og frásøgnina frá minningarhaldinum við Gjógv í gjár.